Vinna

Av tekniskum ávum verða vinnukundar ikki við í sjálvvirkandi hópstovningini av NemID. Í mai/juni fáa vinnukundar møguleika fyri at fáa Starvsfólka NemID. Inntil starvsfólk fáa sítt Starvsfólka NemID, brúka tey verandi atgongd, júst sum nú. 

 

Atgongd til virkið við privatum NemID

Hava starvsfólk í dag atgongd til bæði privat og vinnu í somu netbanka-atgongd, so hava tey, eisini frameftir atgongd við sínum privata NemID.

 

Starvsfólka NemID til vinnukundar

Hava starvsfólk í dag eina atgongd til privat og eina aðra atgongd til vinnu, hendir hetta:

Peningastovnurin setur seg í samband við virkið, fyri at fáa neyðugu skjølini undirskrivaði. Tá skjølini eru undirskrivaði og latin peningastovninum, útflýggjar peningastovnurin starvsfólkunum hvør sítt Starvsfólka NemID. 

 

Peningastovnarnir byrja at stovna Starvsfólka NemID í mai/juni 2015.