Um NemID

 

NemID er ein trygdarloysn, sum felagið Nets DanID A/S hevur ment, og sum føroysku peningastovnarnir í felag hava valt til føroysku netbankarnar.

 

At taka við tær

NemID er lætt at taka við tær og brúka til at rita inn í Netbankan á øllum teldum og teldlum. Við NemID er Netbankin ikki tengdur at einstakari teldu, og tú kanst rita inn nær og hvar sum helst. Tað einasta, sum krevst, er at tú hevur lyklakortið hjá tær.

 

Ein trygg loysn

NemID er bygt upp um nakað, sum tú veitst, og nakað, sum tú hevur. tvs. atgongdarkotan, sum bara tú veitst, og lyklakortið, sum bara tú hevur. Hetta merkir, at møguligir teldusníkar skulu ikki bara hava fatur á atgongdarkotuni hjá tær, men eisini lyklakortinum, fyri at koma inn í Netbankan.

Tískil er Netbankin tryggari við NemID enn við øðrum loysnum, sum eitt nú bert brúka loyniorð.

 

Hvør er aftan fyri NemID loysnina?

Nets DanID er eitt virki í Nets samtakinum. Nets stendur eisini aftan fyri aðrar skipanir, eitt nú Dankort og BetalingsService.

 

Keyp av lyklavísara

Tú kanst keypa tín egna lyklavísara her.

 

Les meira um NemID á donsku heimasíðuni nemid.nu