Privat

NemID er tín atgongd til Netbankan.

Við NemID kanst tú rita inn í Netbankan á flest øllum teldum og teldlum, sum hava netsamband.

 

Um tú er 18 ár ella eldri

 

Hvussu fái eg NemID

Fyri at fáa NemID, er neyðugt at góðkenna NemID reglurnar.

Um tú hevur eina privata netbankaavtalu, kemur ein serstøk mynd fram í netbankanum, tá tú hevur ritað inn, har tú verður biðin at góðkenna.

 

Góðkenni NemID reglurnar

Góðkennir tú NemID reglurnar í Netbankanum, verður eitt NemID sjálvvirkandi stovnað. Og tú fært um mánaðarskifti mai/juni eitt lyklakort og fyribils atgongdarkotu við postinum. Er títt fartelefonnummar skrásett í Netbankanum, fært tú fyribilskotuna sendandi við sms-boðum.

 

Góðkenni ikki NemID reglurnar

Góðkennir tú ikki, kanst tú framhaldandi nýta verandi trygdarloysn. Um tú seinni ynskir at góðkenna, kanst tú gera tað undir 'avtalur' í Netbankanum. Vit mæla staðiliga øllum kundum til at nýta NemID til Netbankan.

 

Havi longu danskt NemID

Fyri at tú skalt kunna nýta títt NemID, sum tú hevur frammanundan, skal peningastovnurin hava títt danska persónsnummar (cpr-nr.) skrásett áðrenn 10. mai 2015. Vend tær til tín peningastovn, fyri at fáa títt danska persónsnummar skrásett.

Harumframt skal títt NemID hava verið í brúki seinastu 4 mánaðirnar, tvs. at tú hevur innritað við tínum NemID í hesum tíðarskeiði.  

 

Ung undir 18 ár (og onnur, ið hava verja)

Ung undir 18 ár eru ikki við í sjálvvirkandi hópstovningini av NemID. Hetta, tí at persónar undir 18 ár ikki hava loyvi til at geva samtykki. 

Ístaðin vilja ung undir 18 ár móttaka bræv frá sínum peningastovni, har heitt verður  á tey um at fáa foreldur/verja at fara í peningastovnin at undirskriva samtykki áðrenn 10. mai 2015. 

Er samtykkið undirskrivað áðrenn 10. mai 2015, verður NemID sjálvvirkandi stovnað. 

Er samtykkið undirskrivað eftir 10. mai og áðrenn 1. september, verður NemID stovnað í peningastovninum. 

Verður samtykkið ikki undirskrivað, verður atgongdin til netbankan stongd 1. september 2015.