NemID er ein talgild undirskrift, sum kann nýtast á internetinum. NemID er bygt upp um nakað, sum tú veitst, og nakað, sum tú hevur: atgongdarkotan, sum bara veitst, og lyklakortið, sum bara hevur. NemID kann nýtast til allar føroysku netbankarnar.

Lyklakortið er til støddar sum eitt gjaldskort. Á kortinum eru nakrar einnýtiskotur prentaðar. Kortið er persónligt – tað er bert tann persónurin, sum kortið er sent til, sum kann nýta tað. Koturnar verða ikki góðtiknar í skipanini, um tær verða nýttar saman við brúkaranavninum og atgongdarkotuni hjá einum øðrum persóni. Sostatt ber ikki til at læna einum øðrum títt lyklakort.

 

148 kotur eru á einum lyklakorti, og tú fært sjálvvirkandi sent eitt nýtt, tá koturnar á kortinum eru um at verða uppi. Til ber eisini at bíleggja eitt nýtt lyklakort í skipanini, tá tú heldur, at tørvur er á tí, soleiðis at tú ongantíð manglar kotur.

Hevur tú NemID frammanundan, er neyðugt at góðtaka NemID reglurnar, soleiðis at Netbankin kann knýtast at tínum verandi NemID. Hetta gert tú í tínum Netbanka á telduni. Tá tú ritar inn, kemur ein mynd sjálvvirkandi fram, har tú kanst góðtaka NemID reglurnar.

 

Fyri at tú skalt kunna nýta títt NemID, sum tú hevur frammanundan, skal peningastovnurin hava títt danska persónsnummar (cpr-nr.) skrásett áðrenn 10. mai 2015. Vend tær til tín peningastovn, fyri at fáa títt danska persónsnummar skrásett.

 

Harumframt skal títt NemID hava verið í brúki seinastu 4 mánaðirnar, tvs. at tú hevur innritað við tínum NemID í hesum tíðarskeiði.

Ja, tað kanst tú. Tá tú hevur fingið danskt persónsnummar (cpr-nr.), skalt tú venda tær til tín peningastovn, sum kann knýta títt danska persónsnummar at tínum NemID.

 

Síðan kanst tú søkja um atgongd til danskar tænastur, sum nýta NemID. Hetta kanst tú gera á www.nemid.nu (um tú hevur danskt pass ella koyrikort) ella hjá Borgerservice (í Danmark).

Fyri at fáa NemID er neyðugt at góðtaka NemID reglurnar.Hetta gert tú í tínum Netbanka á telduni. Tá tú ritar inn, kemur ein mynd sjálvvirkandi fram, har tú kanst góðtaka NemID reglurnar.

 

Tá ið tú hevur góðtikið NemID reglurnar, verður ein NemID brúkari stovnaður sjálvvirkandi. Í tíðarskeiðnum 25. mai til 10. juni 2015, fært tú bræv sendandi við upplýsingum um títt NemID, lyklakorti og NemID reglunum.

Nei, tað kunnu tit ikki. NemID er strangliga persónligt.

 

NemID er persónligt á sama hátt sum ein undirskrift. Um A skrivar undir við navninum hjá B og falsar undirskriftina hjá B, er hetta skjalafalsan. Um A nýtir NemID hjá B, er hetta eisini skjalafalsan.

Nei, tað kanst tú ikki. NemID er strangliga persónligt og kann ikki nýtast fyri ein annan.

 

NemID er persónligt á sama hátt sum ein undirskrift. Um A skrivar undir við navninum hjá B og falsar undirskriftina hjá B, er hetta skjalafalsan. Um A nýtir NemID hjá B, er hetta eisini skjalafalsan.

 

Um A hevur tørv á at skriva undir fyri B, kann tað henda, við at B gevur A eina fullmakt. Í hesum føri skrivar A undir við síni egnu undirskrift ella sínum egna NemID vegna B sambært fullmaktini.

 

Um B er sjúk/ur, dement/ur ella í aðrari varandi støðu, ið ger, at viðkomandi ikki er førur fyri at røkja síni egnu áhugamál, kann A søkja Ríkisumboðið um at gerast verji hjá B. Sum verji kann A skriva seg undir vegna B við síni egnu undirskrift og sínum egna NemID sambært verjumálinum.

Nei, tað kanst tú ikki. NemID er persónliga talgilda undirskriftin hjá brúkaranum. Eitt av krøvunum til NemID er, at eigarin er tann einasti, ið hevur eftirlit við sínum NemID. Eingin annar má hava atgongd til at nýta undirskriftina.

Nei, tú fært eitt NemID og eitt lyklakort. Tó er neyðugt at samtykkja í øllum trimum peningastovnunum, fyri at títt NemID skal verða knýtt at øllum trimum Netbankunum.

Nei, ein týðandi partur av trygdini verður settur í vanda, um tú avritar ella skannar títt lyklakort. Trygdin í NemID er bygd upp av tveimum faktorum, sum eru skildir sundur: tíni atgongdarkotu og tínum lyklakorti. Tey skulu vera hildin atskild, fyri at trygdin skal vera so góð sum gjørligt.

Um tú sum føroyskur NemID-brúkari hevur tørv á hjálp til NemID, skalt tú ringja til tín peningastovn.

Tú skalt hava eina nýggja fyribils atgongdarkotu, sum tú skalt nýta til at lata títt NemID upp aftur. Tá tú hevur skriva fyribils atgongdarkotuna inn, skalt tú gera tína persónligu atgongdarkotu.

 

Bílegg eina nýggja fyribils atgongdarkotu her, ella set teg í samband við tín peningastovn.

Tú kanst bíleggja eitt nýtt lyklakort við at rita inn á her við tínum brúkaraeyðmerki og tíni atgongdarkotu. Tað virkna lyklakortið verður sjálvvirkandi sperrað, tá tú bíleggur eitt nýtt.

Nei, NemID-loysnin í Føroyum umfatar bert føroysku peningastovnarnar.